Búskapar- og fíggjarmálaráðharrarnir í teimum 17 evrulondunum samtyktu í dag at góðkenna at lata Spania ein hjálparpakka við 100 milliardum evrum, sum landið kann bjarga teimum illa kroystu bankunum.
Tað váttaði fíggjarmálaráðharrin í Luksenburg, Luc Frieden, aftan á fundin.
Ikki fyrr enn um einar tveir mánaðir verður greitt, hvussu stóran tørv teir sponsku bankarnir veruliga hava, men kortini hava evrulondini gjørt av at rinda Spania 30 av teimum 100 milliardunum seinni í hesum mánaðinum.










