Spanski hægstirættur: Puigdemont kann stilla upp til ES-valið

Hægstirættur í Spania hevur sett avgerðina hjá valnevndini um Puigdemont úr gildi.

Spanski hægstirættur hevur gjørt av, at fyrrverandi catalonski leiðarin, Carles Puigdemont, sum flýtt til Belgia, hevur rætt at stilla upp til valið til Evropatingið.

Sponsku valmyndugleikarnir høvdu annars forðað fyri, at tann fyrrverandi catalanski landspartaforseting kundi stilla upp til ES-valið síðst í mánaðinum.

Puigdemont flýddi úr Spania í 2017 eftir at hava leitt loysingarroydniranr í Catalonia.

Ein talsmaður fyri hægstarætt í Spania sigur í dag, at avgerðin hjá valnevndini er sett úr gildi av hægstarætti.

Umframt Puigdemont kunnu tvey onnur umboð úr loysingarsinnaðu stjórnini í Cataloni, Toni Comin og Clara Ponsati, stilla upp til valið til Evropa-tingið.

Comin og Ponsati, sum eisini vóru upp loysingarroyndini, sum var ímóti grundlógini, hava eisini fingið forboð fyri at stilla upp eftir ta ringastu politisku kreppuna í Spania í nógv ár.

Puigdemont býr í dag í Belgia.

Í mars noktaði Kanada at geva Puigdemont innferðarloyvi, tí hann ætlaði sær at hitta loysingarrørslu í Quebec.

Í ákæruritinum ímóti teimum 12 fólkunum, sum eru ákærd í sambandi við fólkaatkvøðuna um sjálvstýri í Catalonia 1. oktober í 2017, stendur millum annað, at loysingarrørslan »brúkti allar neyðugar miðlar til tess at røkka málinum, eisini harðskap«.

Men nógv halda ikki, at tann ákæran hvørki er sonn ella rættvís, og rættarmáli, sum verður ført í hægstarætti, skapar sterkar politiskar spenningar.

Sambæt spanskari lóg kann ein so álvrosm ákæra ikki førast in absentia – altso har tann mistonkti ikki er til staðar í rættarsalinum.

Tí eru øll eygu vend ímóti fyrrverandi catalanska varaforsetanum, Oriol Junqueras.

Hann kann rokna við at verða dømur í 25 ára fongsul, um hann verður kendur sekur í uppreistri og misnýtslu av almennum miðlum.

 

/ritzau/AFP