VIDEO: Andrias gjørdi sjálvmál

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Padova-Hellas Verona 1-1 (1-0)

Andrias Edmundsson var liðskipari, tá Hellas Verona á útivølli móti Padova tryggjaði sær fyrsta stigið í Seriu B hetta kappingarárið.

 

Dysturin millum Padova og Verona endaði við javnleiki 1-1.

 

Tá 25 minuttir vóru leiktir var Andrias so óheppin at gera sjálvmál. Amin Sarr javnaði fyri Verona miðskeiðis í seinna hálvleiki við einum brotssparki.

 

Hellas Verona hevur eitt stig fyri tveir dystir. 

 

Mikukvøldið klokkan 20 spælir Hellas Verona dyst í Coppa Italia. Tá mugu Andrias og liðfelagarnir ferðast út til Sardinia fyri at spæla móti Cagliari.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Padova-Hellas Verona 1-1 (1-0):

 

##med2##