Í gjár bar spanska stjórnin fram sínar nýggju ætlanir við spanska arbeiðsmarknaðinum. Ætlanin skal gera tað møguligt fyri lítlar og miðalstórar fyritøkur, at royna eina arbeiðsviku við bert 32 tímum, uttan at fara niður í løn. Royndartíðin er tvey ár.
Sambært sponsku stjórnini er tankin, at starvsfólk – ið hava eina styttri arbeiðsviku – fara at fáa meira á skaftið teir dagarnar tey eru til arbeiðis.
Á tann hátt fer framleiðslan hjá fyritøkunum at vera tann sama - eins og lønin hjá starvsfólkunum verður tann sama.
Tað hevur verið nógv kjak um at stytta arbeiðsvikuna, men nú verður Spania fyrsta landið í europa, ið fer at bjóða sínum borgarum eitt longri vikuskifti og eina styttri arbeiðsviku.











