Orsøkin er, at stjórnin vil skifta leiðsluna hjá teimum sersambondum, sum ikki hava vunnið sær umboð til komandi Olympisku leikirnar. – Spanska lóggávan er galdandi fytri øll. Og eitt ítróttasamband hevur ábyrgd, tí tað umboðar landið í altjóða hópi, sigur spanski forsetin, Jose Luis Rodriguez Zapatero. FIFA krevur hinvegin, at fótbóltssambandið er ovasti myndugleiki innan sítt øki, og tí er hóttanin, at Spania kann verða bannað frá komandi EM-endaspælinum.