Spania vann Davis-Cup

Sponsku tennis-harrarnir kunnu aftur í ár rópa seg heimsins bestu, eftir at teir hava vunnið Davis Cup-finaluna móti Kekkia. Rafael Nadal og Daved Ferrer vnnu fríggjdagin sínar dystir í einmansleiki, og leygardagin vunnu Lopez/Verdasco á7-6, 7-5, 6-2 á Berdych/Stepanek í tvímansleikinum. Við hesum hevði Spania vunnið teir kravdu tríggjar dystirnar, og samstundis gjørdist landið tað fyrsta síðani 1998 at endurvinna Davis Cup-heitið.