EM bronsukrónurnar eru á veg til Spania. Úrslitið av dystinum um triðja plássið millum Spania og Kroatia var 29-28, eftir at Spania í hálvleikinum var frammanfyri 16-13.
Spania var mest sum alla tíðina eitt sindur undan mótstøðuliðnum. Onkra ferðina var munurin fýra mál, og fleiri ferðir var Spania frammanfyri við trimum málum. Kroatia vísti tó góðan hugburð við at svara aftur og stríða seg upp á javnt. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir var støðan 27-26 til Spania.
Síðstu løtuna reið tað um snarið. Kroatia megnaði ikki at gera sær dælt av, at ein spaniumaður varð sendur av vøllinum. Tá ið so ein kroati varð rikin av vølli og Spania økti til 28-26, var avgerðin fallin, hóast Kroatia minkaði um munin, so úrslitið varð 29-28 til sponsku heimsmeistararnar, sum harvið tryggjaðu sær bronsukrónurnar.