Níggju dystir í EM-undankappingini hava verið í dag og í kvøld. Talan var um dystir í bólkunum C, E og G.
Bæði Spania og Ongland gjørdu sína skyldu. Spania vann heili 5-1 á heimavølli ímóti Makedonia, meðan Ongland vann 2-0 á útivølli ímóti Sveis við tveimum málum frá Danny Welbeck.
Svøríki var eisini í eldinum í kvøld, men tað eydnaðist ikki Zlatan Ibrahimovic og teimum at fáa meiri enn tað eina stigið á útivølli ímóti Eysturríki.
Øll úrslitini og málskjúttar síggjast niðanfyri:
Bólkur C:
Luksemburg – Hvítarussland 1-1 (1-0)
1-0: L. Gerson, 42.
1-1: S. Dragun, 78.
Spania – Makedonia 5-1 (3-1)
1-0: Sergio Ramos, 15. (br.)
2-0: Paco Alcácer, 17.
2-1: Agim Ibraimi, 28.
3-1: Sergio Busquets, 45.
4-1: David Silva, 50.
5-1: Pedro, 91.
Ukreina – Slovakia 0-1 (0-1)
0-1: Robert Mak, 18.
Bólkur E:
Estland – Slovenia 1-0 (0-0)
1-0: Ats Purje, 86.
Útv.: D. Stevanovic (Slovenia)
San Marino – Litava 0-2 (0-2)
0-1: D. Matulevicius, 5.
0-2: A. Novikovas, 36.
Sveis – Ongland 0-2 (0-0)
0-1: Danny Welbeck, 59.
0-2: Danny Welbeck, 94.
Bólkur G:
Russland – Liktinstein 4-0 (1-0)
1-0: Martin Beuchel, 4. (sj.)
2-0: F. Burgmeier, 50.
3-0: D. Kombarov, 54.
4-0: Artem Dzyuba, 65.
Eysturríki – Svøríki 1-1 (1-1)
1-0: David Alaba, 7. (br.)
1-1: Erkan Zengin, 12.
Montenegro – Moldova 2-0 (1-0)
1-0: Mirko Vucinic, 45.
2-0: Z. Tomasevic, 73.