Spania var sera sannførandi í innleiðandi umfarinum í HM endaspælinum í summar. Leygardagin fekk Spania góða byrjan í nýggju EM undankappingini. Men sigurin á Liktinstein var minni, enn skotski sigurin var móti Føroyum. Fernando Torres skoraði til 1-0 eftir 20 minuttir. Liktinstein spælararnir vóru sera treiskir, og tað var ikki fyrrenn ein minutt undan steðginum, at Spania fekk meiri frið, eftir at David Villa hevði økt til 2-0.
Eftir steðgin var spanska avrikið betri. David Villa økti til 3-0 í 62. minutti við beinleiðis frísparki, og fýra minuttir seinni staðfesti innskifti Luis Garcia 4-0 heimasigurin. Síðstu løtuna kringsettu spaniumenn málið hjá Liktinstein, men tað eydnaðíst ikki at fáa fleiri mál.