Spania fann holið í sveisiska Sommer-ostinum

EM 2020: Spania er í hálvfinaluni, men tað skuldi brotssparkskapping til, áðrenn undirmannaðu sveisarnir og stinni málverjin – Yann Sommer – fullu

Spania hevur í dag vunnið seg í hálvfinaluna í EM-endaspælinum. Spania vann eftir brotssparkskapping á Sveis. Dysturin endaði við javnleiki 1-1 og stutt fyri dystarenda fekk Sveis eisini ein mann útvístan.

 

Sveis gjørdi uppgávuna ótrúliga torføra. Fyrst við at gera sjálvmál eftir bara átta minuttir. Síðani setti Sveis seg á partar av dystinum, og tað var uppiborið, tá Xherdan Shaqiri javnaði miðskieðis í seinna hálvleiki.

 

Tólv minuttir fyri tíð fekk Remo Freuler hjá Sveis ostaskorpuna frá Michael Oliver, dómara. Tað eru deildar meiningar um taklingin var til reytt kort. Hon var hørð, men ikki fultkomiliga fyrilitaleys. Hetta gjørdi, at Sveis valdi at verja heldur enn at leypa á restina av dystinum. Spania hevði fleiri møguleikar, men ongin av sponsku áleyparunum rakti málið.

 

Í brotssparkskappingini hevði Sveis tvær ferðir munin, men tað endaði við at Mikel Oyarzabal kundi skjóta Spania víðari, eftir at Sveis hevði brent á triðja sinni. Spania skal møta vinnaranum av Belgia og Italia, sum møtast í kvøld.