Spania fór til høgru

Úrslitið av valinum í Spania í gjár ber í sær, at landið fær eina borgarliga stjórn, sum hevur avgjørdan meiriluta í undirhúsinum, og sum tí hevur leysar teymar til at fremja tær nýskipanir, sum eru neyðugar fyri at fáa landsins búskap aftur á føtur.

Tá 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar í nátt, hevði tann konservativi Partido Popular fingið 44,5 prosent av atkvøðunum, og tann sosialistiski stjórnarflokkurin hevði fingið knappliga 29 prosent. Við hesum úrslitinum fær PP 187 av teimum 350 limunum í undirhúsinum. Sosialistarnir fáa 109.

Formaðurin í Partido Popular, Mariano Rajoy, takkaði í nátt veljarunum fyri álitið. Hann segði, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman, men legði afturat, at hann og flokkur hansara hava onga lætta loysn. Ein stór uppgáva hjá stjórnini verður at basa arbeiðsloysinum, sum er oman fyri 21 prosent.