Spakin settur í byggingina av miðbýnum í Klaksvík

Eini gott hundrað fólk vóru samlaði til hátíðarhaldið á Biskoptorginum í Klaksvík í morgun, tá borgarstjórin Jógvan Skorheim setti spakan í fyrstu byggingina av nýggja miðbýnum

Eini gott hundrað fólk vóru samlaði til hátíðarhaldið á Biskoptorginum í Klaksvík í morgun, tá borgarstjórin Jógvan Skorheim setti spakan í fyrstu byggingina av nýggja miðbýnum.

 

Tað eru Bústaðir og Klaksvíkar Kommuna sum hava samráðst um verkætlanina at byggja 36 íbúðir, har veghæddin verður løgd av til alment virksemi. Bústaðar parturin verður fyriskipaður í samstarvi millum Bústaðir og P/F Tryggingarfelagið LÍV samtakið.

 

Ætlanir um at býggja út til ein miðbý í Klaksvík eru ikki nýggjar. Tað eru 30 ár síðani at fyrsta miðbýarætlanin varð samtykt.

 

Jógvan Skorheim sigur, at skiftandi fólk hava verið sum hava viljað bygt býin, men ikki fyrr enn nú er ætlanin av álvara byrjað,

 

Í røðu síni ímyndaði Jógvan Skorheim sær eini hjún sum fáa sær kaffi á altanini í morgunsólini ein leygarmorgun, ímeðan børnini spæla niðri á gøtuni. Onkur annar situr við einum dagblaði og fólk eru á gøtuni.

 

Hetta er trivnaður, sigur hann, og leggur aftrat at ein slík byggiætlan er ein positiv domino effekt sum elvir til alsamt meir virksemi og lív í býnum.