Spældu hondbólt í alla nátt

Í Vestmanna hava 10-14 ára gomul spælt hondbólt í alla nátt á Night Cup 2013

Í gjár og í nátt hava ungir hondbóltsleikarar í aldrinum frá 10 - 14 ár spælt hondbólt í ítróttarhøllini í Vestmanna.

 

Tað er VÍF, sum skipar fyri hesum Night Cup tiltaki, sum eisini var á skránni um sama mundið í fjør.

 

Byrjað var gjáramorgunin klokkan tíggju við teimum minstu, og hildið varð áfram langt út á náttina. Seinasti dystur, sum var finalan hjá gentum 14 ár, stóð á skránni at byrja klokkan 6:58 í morgun.

 

Fleiri myndir síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER og VIÐ AT TRÝSTA HER