Tá 23 ára gamli Albert Guðmundsson kom á vøllin fyri íslendska fótbóltslandsliðið á Tórsvølli aftan á steðgin, var tað ein maður við einari heilt serligari fótbóltsfamiljusøgu, ið kom á vøllin.
Albert Guðmundsson er langabbasonur, abbasonur og sonur fólk sum hava spælt á íslendska fótbóltslandsliðnum, og sum hava skorað mál fyri Ísland.
Langabbin og navnin, Albert Guðmundsson (1923-1994) var fyrsti íslendski yrkisspælarin nakrantíð. Hann spældi við m.ø. Arsenal, Milan og Nice. Albert bleiv seinni ein kendur politikari. Í 1980-unum sat hann í stjórn sum fyrst fíggjarmálaráðharri og seinni sum vinnumálaráðharri.
Abbin í móðirætt, sonur Albert eldra, Ingi Björn Albertsson (føddur í 1952) spældi við FH og Vali, men spældi ongantíð við felag uttanlands. Árini 1971 til 1979 spældi Ingi Björn Albertsson 15 landsdystir og skoraði tvey mál fyri Ísland.
Mamman, dóttir Inga Björn Albertsson, Kristbjörg Ingadóttir (fødd í 1975) hevur eisini spælt við íslendska landsliðnum, og hevur eisini skorað mál fyri Ísland.
Men serliga fótbóltsfamiljusøgan steðgar ikki her. Tann íslendski "Tróndur Arge", kendi fótbóltsfrásøgumaðurin, Guðmundur Benediktsson, kendur sum Gummi Ben sum tók alt fótbólts-Evropa á bóli við sínum sjónvarpsfrásagnum til EM-endaspælið í Fraklandi í 2016, er pápi unga Albert Guðmundsson. Gummi Benn spældi í sínari tíð 10 landsdystir fyri Ísland. Gummi Ben skoraði tvey mál á landsliðnum.
Ein ótrúlig fótbóltssøga gjøgnum fýra ættarlið.
Albert Guðmundsson, eldri, lat tvey ognarsteyp, sum Reynir úr Sandgerði í Íslandi og VB, ið vóru vinarfeløg, spældu um. VB vann bæði bæði steypini, ið standa í VB-høllini vesturi á Eiðinum. Tað fyrra vann VB í 1975, og tað seinna steypið vann VB í 1981.
Á Tórsvølli í gjárkvøldi kom Sveinn Aron Guðjohnsen á vøllin fyri Ísland í 79. minutti. Hann er sonur besta íslendska fótbóltsspælaran nakrantíð, Eiður Smára Guðjohnsen (føddur í 1978), og abbasonur Arnor Guðjohnssen (føddur í 1961), ið eisini telist millum teir fremstu í íslendsku fótbóltssøguni nakrantíð.
##med2##
Hjá Føroyum hava vit Odmar Færø hjá KÍ, ið er sonur Oddmar Færø (føddur í 1963) og abbasonur Odmar Færø (føddur í 1940). Allir tríggir hava spælt landsdystir fyri Føroyar.
##med3##












