Spæl skal læra børn at lesa

Eitt nýtt føroyskt spæl er ávegis út á marknaðin, og endamálið við hesum spæli er, at læra føroysk børn at skriva og stava.

Eitt nýtt føroyskt spæl er ávegis út á marknaðin, og endamálið við hesum spæli er, at læra føroysk børn at skriva og stava. 

 

Leygardagurin verður ein hendingaríkur dagur hjá Námi. Hendan dagin verður framløga av nýggjari spælidós. Tað eru Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum hava gjørt øll spølini í Súluspøl, sum er ætlað at stuðla børnum í fyrstu lesi- og stavimenningini, og tey kunnu spælast heima, í dagstovni, forskúla og skúla. Spølini miða ímóti at gera børn meira ljóðliga ansin og at menna teirra vitan um bókstav og ljóð.

 

- Tað skal vera stuttligt at læra at lesa og stava. Í spæli kunnu venjingar endurtakast aftur og aftur, og børnini gerast betri og betri, samstundis sum tað er spennandi og avbjóðandi, greiða tey bæði frá í tíðindaskrivi. 

Súlan er ein undirvísingarheild við høvuðsbók, smáum lesibókum, skrivibókum og tilfari á Snar. Og nú er ein stórur kassi við spølum eisini partur av heildini.

 

Hendan dagin leggur Nám eisini fram Atlas til heim og skúla.  - Hans Pauli Strøm, frá Útgávudeildini á Hagstovu Føroya og fakligur ráðgevi í sambandi við atlasið, fer at greiða frá um tilflytarar úr fremmandum londum og hugtakinum fátækraváða, skrivar Nám í tíðindaskrivi í dag. 

 

Haraftrat fer Jennifer Ntanyamal Leparteleg, sum kom higar úr nýggjasta landinum í atlasinum, Suðursudan, at halda røðu.

 

Tiltakið byrjar klokkan 13:45 leygardagin.