Í sambandi við at Spiritualized eru plátuaktuellir í løtuni, varpar dagsins Rokkstova ljós á hetta spennandi navnið eins og undangongubólkin Spacemen 3.
Jason Pierce stovnaði í 1982 Spacemen 3 saman við Peter Kember. Spacemen 3 gjørdist eitt týðandi navn innan psychedeliska space/drone rockin og veitti íblástur til shoegaze rákið, ið kom síðst í 80unum.´
Í 1990 fóru limirnir í hátt virda bólkinum hvør til sítt, og úr øskuni kom m.a. Spiritualized, ið var verkætlanin hjá Jason Pierce, ið er einasti limur, ið hevur verið við øll árini síðani 1990.
Seks plátur eru komnar úr hansara hond. Hin mest fagnaða er óivað ?Ladies & Gentlemen We Are Floating In Space? frá 1997, ið sambært summum fjølmiðlum var í harðari kapping við ?Ok Computer? hjá Radiohead um at gerast ársins útgáva tað árið.
Spiritualized byrjaði sum eitt nokkso reindyrkað shoegaze navn, men við tíðini eru element úr amerikanskari tónleikasiðvenju (serliga gospel og blues) innarbeidd í úttrykkið.
Í dagsins Rokkstovu hoyra vit nærri til hesar báðar bólkarnar. Vit hoyra eisini nærri til onkrar bólkar, ið myndaðu søguligan psychedelia/rock & rull præcedens afturi í 60unum; The Velvet Underground, The Rolling Stones og The Stooges.
Síðst í sendingini hoyra vit eisini okkurt navn, ið hevur tikið táttin upp eftir øllum hesum nøvnunum.
Men hvat hetta megnar orkestur er, fært tú einans at vita í Rokkstovuni!
Í dag, mánadag, kl. 17.05. Endursent verður í morgin, týsdag, kl 19.15










