Spælimenninir eru óivað tann tónleikabólkur í Føroyum, ið hevur verið virknast og er komin longst uttanfyri landoddarnar.
Spælimenninir hava júst verið á enn eini konsertferð í USA og leiktu har 14 konsertir.
Leygardagin 28. oktober spældu Spælimenninir á eini útvarpsstøð í Minnesota. Eini 3 milliónir lurtarar eru til støðina. Nærum alt USA hoyrir støðina.
Spælimenninir hava fleiri ferðir áður vitjað í USA og hava 4 ferðir áður spælt á útvarpstøðini. Hetta í árunum 1980 til 1990.
Til ber at síggja og enntá hoyra framførsluna hjá teimum. Talan er um eitt væl umtókt útvarps-show.
Trýstir ein seg inn á www.prairiehome.org og síðani leitar til Show Archive - october 2000, (28.okt.) so ber til at síggja og hoyra Spælimenninar live.
Umframt tónelikin, so er prát og tað er sera hugnaligt og skemtiligt, tú verturin og limirnir í Spælimonnunum kennast væl frá undanfarnum luttøkum.










