Spældu skeivt tjóðlag

Sveisiski forsetin, Doris Leuthard, mundi helst lurta við undran, tá eitt norskt hornorkestur skuldi spæla lagið til sveisiska tjóðsangin í sambandi við, at forsetin var komin á almenna vitjan í Oslo í gjár.

Forsetin lat ikki við seg koma, men nakrir sveisiskir áskoðarar, sum vóru komnir til móttøkuna, góvu til kennar, at teir kendust ikki við lagið.

Leiðslan í tí hernaðarliga hornorkestrinum var eisini ørkymlað av støðuni. Talsmaðurin hjá orkestrinum, Rune Wiik, segði við fjølmiðlarnar, at lagið, sum orketrið spældi, lá í laggoymsluni, men hann mátti tó ásanna, at talan var eftir øllum at døma ikki um tað rætta lagið.

Sveisiska sendistovan í Oslo ætlar sær ikki at gera nakað við tilburðin. Sendistovan vísir stutt á, at hon hevur einki havt við málið at gera.