Løgreglan í London hevur handtikið Jason Puncheon, sum til dagligt spælir við Premier League felagnum Crystal Palace. Hann hevði skotvápn upp á sær. Tað skrivar BBC í dag.
Jason Puncheon, sum hevur verið millum lyklaspælararnar hjá Crystal Palace, ið hevur vunnið seg upp um niðurflytingarstrikuna, hevði verið í býnum um kvøldið við vinmonnum, tá hendingin fór hann.
31 ára gamli fótbóltsspælarin hevði vápn upp á sær, tá tað kom ilt millum menn uttanfyri ein náttklubba í Suðurlondon. Tá løgreglan kom á staðið, bleiv Jason Pouncheon handtikin. Hann er skuldsettur fyri at hava havt ólógligt vápn upp á sær, og hevur hótt við harðskapi.
Hann er eftirfylgjandi sloppin heim, men skal møta í rættinum í januar. BBC skrivar, at felagið hjá honum ikki hevur ynskt at siga nakað um hendingina.