Í stuttorðaða tíðindaskrivinum frá Toda Jónsson, nevndarformanni í Fremad Amager, varð sagt, at leiðslan hevði mist álitið á, at Jakob Friis Hansen kundi náa ítróttarliga málunum, sum felagið hevur sett sær.
Spælararnir stuðlaðu tó venjaranum.
- Vit mugu sum spælarar bara taka til eftirtekar, at nevndin ikki vildi hava Friis at halda fram. Spælararnir høvdu fult álit á Friis sum venjara og at hann kundi leiða liðið upp í 1. deild, men vit mugu stuðla avgerðini hjá nevndini, sigur Anders Jochumsen, sum er toppskjútti hjá Fremad Amager.
Enn er óvist, hvør skal hava ábyrgdina av Fremad Amager seinastu sjey dystirnar av hesum kappingarárinum.