Tað stendur nógv upp á spæl hjá bæði B68 og HB til dystin á Toftum sunnudagin.
HB er nú rættiliga komið við aftur í stríðið um FM-heitið, eftir at EB/Streymur hevur snávað tvær ferðir, og B68 stríðist fyri lívinum í Formuladeildini.
Seinasta umfarið í Formuladeildini passaði væl til bæði HB og B68. HB vann sín dyst, meðan EB/Streymur tapti, og B68 vann týdningarmikla botndystin ímóti ÍF.
Nú bresta hesi bæði liðini saman í einum dysti, har bæði vilja vinna, men har B68 kanska best kann liva við javnleiki, eftir at toftamenn tóku seg tvey stig fram um hini botnliðini í seinasta umfari
Væl mannað lið
Bæði B68 og HB stilla við sterkastu manning til dystin sunnudagin.
Tað hevur verið eitt sindur tunnligt til venjing hjá HB í vikuni, tí eini 9 spælarar hava verið burtur við A ella U19 landsliðunum. Hóskvøldið vóru allir aftur til venjing, og allir spælararnir eru tøkir til dystin sunnudagin.
Hjá B68 stendur eisini væl til við fólki. Jann Ingi Petersen hevði leikbann seinast, men hann er tøkur aftur. Verjuspælararnir Kári Hansen spælir ikki aftur í ár, meðan Øssur Hansen verður við báðar dystirnar, sum eftir eru at spæla.
Julian Johnsson fekk ein snudd á landsliðnum, men hann hevur vant í vikuni, og á Toftum rokna tey við, at hann spælir ímóti HB.