Níggjunda umfar í Betri deildini er tað næsta á skránni.
Bara tveir dystir vera klokkan 15 í dag. Ein verður í kvøld, og tveir verða spældir mánakvøldið klokkan 18.
At tveir dystir vera mánakvøldið kemst av, at teir eru fluttir orsaka av, at Skála og Víkingur hóskvøldið spældu fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.
Tað verður sagt frá góðum fótbóltsveðri seinnapartin. Tað verður turt, hitin verður umleið seks stig, og tað verður eitt lítið lot av útsynningi.
Orsaka av stóra áhuganum fyri eingilskum fótbólti millum føroyskar fótbóltsfjepparar hevur NSÍ gjørt av, at dysturin við Løkin millum NSÍ og AB ikki verður seinnapartin, men heldur verður í kvøld.
Allir dystirnir í 38. og síðsta umfari í eingilsku landskappingini eru ásettir at vera í dag klokkan 15.00.
Sunnudagin 12. mai
ÍF – HB: Lars Müller kl. 15.00
NSÍ – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00
B36 – TB: Bjarki Danielsen kl. 15.00
Mánadagin 13. mai
Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00
Skála – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00
KÍ | 8 | 6 | 2 | 0 | 21 | 5 | 20 |
NSÍ | 8 | 5 | 1 | 2 | 14 | 9 | 16 |
Víkingur | 8 | 5 | 1 | 2 | 17 | 13 | 16 |
Skála | 8 | 5 | 0 | 3 | 13 | 6 | 15 |
B36 | 8 | 5 | 0 | 3 | 11 | 9 | 15 |
HB | 8 | 3 | 3 | 2 | 13 | 10 | 12 |
TB | 8 | 2 | 2 | 4 | 7 | 16 | 8 |
EB/S | 8 | 2 | 0 | 6 | 9 | 13 | 6 |
ÍF | 8 | 1 | 1 | 6 | 8 | 19 | 4 |
AB | 8 | 1 | 0 | 7 | 9 | 22 | 3 |