Spæla mitt í viku

Bara ein dystur var á skránni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini sunnudagin. ÍBV hevði á Heimey vitjan av Víkingi, sum ikki er væl fyri í botninum. Víkingur fór longu leiðina úr oyggjunum og til Reykjavíkar við 3-0 tapi.
Í gjárkvøldið vóru tríggir dystir í sekstanda umfarinum á skránni. Tá var skráin henda: Fylkir-KA, Grindavík-FH og ÍA-Keflavík. Sambært skránni skuldi Fram-KR eisini verið spældur í gjárkvøldið, men tann dysturin er fluttur til í kvøld. Sambært okkara upplýsingum er Fróði Benjaminsen leikbannaður ímóti KR, og Hans Fróði Hansen er ikki á liðnum.
Við sannførandi sigrinum á Víkingi lyfti ÍBV seg fram í ovasta plássið. Men FH legði seg aftur fremst, um teir í gjárkvøldið fingu stig ímóti Grindavík. At Víkingur tapti í oyggjunum ber við sær, at Fram kann sleppa upp um strikuna, um teir vinna býaruppgerðina ímóti KR.jh