Havnin ger klárt til eina innrás við turkiskum fjepparum og miðlafólki, tí um seks dagar spælir B36 heimadyst ímóti turkiska fótbóltsrisanum, Besiktas.
UEFA hevur nú ásett klokkutíðirnar nær Víkingur og B36 skulu spæla sínar heima og útidystir í Europa League undankappingini.
Komandi hóskvøld spælir B36 á ovara vølli í Gundadali klokkan 19. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum, og sjálvsagt er eisini, at in.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Víkingur spælir fyrra dystin ímóti georgiska Torpedo Kutaisi í Georgia, hóskvøldið klokkan 17 føroyska tíð.
Returdystirnir verða hóskvøldið 2. august. Víkingur spælir á Svangaskarði klokkan 19, og B36 spælir í Istanbul somu klokkutíð.