Hóast kavi hevur ligið á vøllinum í morgun, so vónar formaðurin í Víkingi, at grannauppgerðin millum Víking og ÍF verður spæld sum væntað í dag klokkan 15.00.
Brandur Jacobsen sigur í stuttari viðmerking til portalin í dag, at kavi hevur ligið á vøllinum í morgun, men at tað mesta av kavanum er ruddað.
- Fyribils er ongin broyting og dystur er ásettur at byrja klokkan 15.00 í dag. Sólin hevur verið frammi eina løtu og vit royna at rudda vøllin. Dómarin skal sjálvandi taka endaligu avgerðina, men um ikki veðrið versnar, so vænti eg at dysturin verður, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.
Í gjár var vøllurin fyri tað mesta grønur, men tað hevur kavað í nátt. Dysturin millum KÍ og EB/Streym í Klaksvík er longu útsettur til mikudagin klokkan 18.00.










