Við fýra stigum og sjey settum niður til TB, so hava kvinnurnar hjá Drátti longu tryggjað sær gullið í meistaradeildini hjá kvinnum, men um vikuskiftið kunnu tær seta tvær tjúkkar strikurin undir gullárið við at vinna dystin ímóti júst TB.
Hinir dystirnir í kvinnudeildini tykjast hava greiðar favoritt-leiklutir. SÍ skal á heimavølli hava stigini, tá tær taka móti KÍF, og treytirnar hjá ÍF eru tær somu, tá tær vitja hjá Mjølnir.
Hjá monnunum hevur Mjølnir longu vissað sær silvurið, nú teir fáa vitjan av ÍF. ÍF hevur tó møguleika at taka bronsuna, um teir taka stig í Klaksvík. Í Sørvági kemur framvegis sett-leysa Nøvan á vitjan.