Spæla í fremstu røð uttan slit og í seks tímar

Hetta umfarið verður rundað av við toppdystinum í Runavík, har bólturin fer á rull klokkan 19

Tað verður fult umfar í Betri deildini í dag og í kvøld. Ætlanin var, at tveir dystir skuldu vera ígjár. At veðurforsøgnin var so vánalig var orsøk til, at teir báðir dystirnir vórðu útsettir til ídag. Hetta var skilagóð avgerð. Soleiðis sum veðrið háttaði sær í gjár og serliga í gjárkvøldið, so var tað ikki hugsningur um at spæla fótbólt.

Í dag er ljósari, og sambært forsøgnini vera tað fótbóltslíkindi í dag og í kvøld. Hann verður útnyrðingur og vestan, og vindferðin verður 7 - 8 metrar um sekundið. Tað verður turt og sólarglottar, og hitin verður umleið níggju stig.

Tveir dystir vera klokkan 15 og so verður spælt út í eitt til klokkan nakrar minuttir í níggju í kvøld, tá ið síðsta bríksl verður við Løkin í Runavík, har tað í kvøld verður toppdystur millum NSÍ og B36.

 

KÍ – TB: Petur Reinert kl. 16.45

ÍF – EB/Streymur: kl. 17.00

Víkingur – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

NSÍ – B36: Alex Troleis 19.00

HB – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

B36

21

16

2

3

36

16

50

NSÍ

20

15

3

2

54

20

48

20

14

3

3

44

16

45

HB

21

12

5

4

52

22

41

Víkingur

21

13

2

6

44

30

41

Skála

21

8

1

12

23

26

25

TB

21

5

4

12

17

38

19

AB

21

4

2

15

22

54

14

EB/Streymur

21

2

3

16

18

49

9

ÍF

21

1

3

17

17

56

6