Tvey tey seinastu árini er 07 Vestur endað á bronsuplássinum í næstbestu deildini. Í fyrraárið restaði eitt stig og nøkur mál í at røkka næstfremsta plássinum og harvið uppflyting. Í fjør gekk minni væl. Tá vóru tað átta stig frá 07 Vestur og fram til næstfremsta plássið og harvið uppflytingina.
Tað resta tvey umfar av hesum kappingarárinum. Men eftir at hava verið í Leirvík er 07 Vestur á veg vestur aftur í Vágar við 4-0 sigri og atgongumerkinum næsta kappingarár at spæla í fremstu røð og harvið at spæla seinnapart sunnudag.
4-0 sigurin ber við sær, at tað eru átta stig frá 07 Vestur á næstfremsta plássi og aftur til FC Suðuroy, og harvið er tað greitt, at 07 Vestur aftur skal spæla í bestu deildini, har liðið seinast var í 2013.
Í summar flutti 17 ára gamli Janus Svabo Samuelsen úr Brøndby og aftur í 07 Vestur. Undan dagsins dysti hevði hann skorað tvey mál í fimm dystum á besta liðnum. Í dag tvífaldaði hann úrtøkuna í málum. Janus setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og lítla løtu eftir steðgin økti hann til 2-0.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Søren Nielsen til 3-0, og fram ímóti dystarenda staðfesti hann 4-0 sigurin. Harvið hevur danski álopsspælarin til saman skorað 22 mál í ár.
Um eina viku eigur 07 Vestur heimavøll ímóti HB, og annan leygardag fer nýggja Effo-deildarliðið at seta punktum fyri hetta kappingarárið á útivølli ímóti B71, tá ið silvurkrónurnar verða handaðar.