Spæl við bil kundi endað galið

Spælið við bil, hjá einum ungum vágadrongi, kundi kosta vinmanni hansara lívið. Hesin var tíbetur, so knappur, at tað eydnaðist honum at sleppa rímuliga óskaddur

Tað er tiltikið, at ungum fólki dámar væl at spæla við bilar - stórar bilar, men tað er ikki altíð, at hetta er heilt vandaleyst.

Um vikuskiftið var tað um reppið, at slíkt spæl kostaði einum ungum

manni lívið.

Tveir ungir mans, vóru farnir í bili oman til ferjuleguna á Oyrargjógv, og har stakk beistagerðin í bilføraran. Hann spældi við bilinum runt á økinum - mól runt - og annð, og til síðst gjørdi hann av at loypa hvøkk á vinmannin við at koyra heilt nær honum.

Men ólukkutíð - hann koyrdi ov nær.

Vinmaðurin, sá, at bilurin hevði beina kós móti sær og tók til beins oman móti bíðihúsinum á Oyrargjógv.

Komin har oman var bilurin komin so nær, at ungi drongurin valdi at

gera eitt hopp, og tað er ikki óhugsandi, at hoppið bjargaði lívið

hansara. Bilurin skreiddi nevniliga móti honum og rendi beint á

bíðihúsi. Hevði drongurin staðið á vegnum, hevði hann ligið ímillum

húsið og bilin, og so hevði rættuligur stórskaði staðist av.

Ístaðin slapp hann frá óhappinum við smærri snuddum, sum hann fekk, tá hann lendi á motorlúkuni og samstundis langaði høvdið í forrútin.

Ungi bilførarin valdi sjálvur at boða løgregluni frá, og tað gjørdi

hann klokkan 8.45, men hann gloymdi at siga, at hann hevði rent á

vinmann sín.

Hetta kom kortini løgregluni fyri oyra og teir gjørdu tí ikki mætari enn at seta seg í samband við tann ákoyrda fyri at hoyra hvaðani snuddirnir stavaðu.

Løgreglan í Miðvági sigur við Sosialin, at tann ungi bilførarin var

ávirkaður av rúsdrekka og hann kann vænta sær at hoyra nærri frá

ákærumyndugleikunum innan alt ov long tíð er fráliðin.