"Spøkilsismálið" verður væntandi loyst í dag

(SportBoxin) Terji Nielsen frá Miðlahúsinum tók samanum gongdina í málinum um spøkilsismálið í dystinum Neistin-VÍF

Hondbóltshugað fólk kring alt landið hava bíðað eftir avgerðini um "spøkilsismálið", sum kom í dystinum í FTZ dystinum millum Neistan og VÍF, sum á pappírinum endaði við javnleiki 25-25, men sum sambært videoupptøkunum átti at endað 25-24 til VÍF.

 

VÍF hevur kravt at vinna dystin, Neistin krevur, at umdystur verður spældur. Aganevndin hjá HSF eigur endaligu avgerðina, og tann avgerðin fellur væntandi seinni í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi í sendingini "SportBoxin" á Rás2, har André Olsen prátaði við Terja Nielsen frá Miðlahúsinum, sum hevur fylgt málinum væl. Terji greiddi frá mannagongdunum, og hví tað hevur tikið so drúgva tíð at fáa eina avgerð frá aganevndini.