Seinnapartin í dag verður farið undir aftur landskappingina í 1. deild. Talan er tó um heldur spaka byrjan, tí tveir dystir eru útsettir. Orsøkin er tann, at U-19 landsliðið luttekur í Lyngby Cup. Dysturin millum NSÍ og ÍF verður spældur nú mánakvøldið, og KÍ og LÍF týsdagin 14. august.
Mikukvøldið í hesi vikuni var útsetti dysturin millum HB og TB spældur í Gundadali. HB vann 3-1 á fyrrverandi HB venjaranum, Krzystof Popczynski, og hansara monnum.
Hesin dysturin var útsettur orsaka av Europa Cup luttøkuni hjá HB fyrst í juli mánað. Ein annar útsettur dystur er framvegis ikki spældur. Tað er tann í 17. umfari millum SÍ og HB. Hann er ásettur av vera 14. august.
Skráin í dag:
FSV-HB: Høgni Hansen ? kl. 15.00
B36-TB: Andrew Christiansen ? kl. 15.00
SÍ-B68: Rói Jacobsen ? kl. 15.00
Støðan eftir 17 umfør
B68 49 stig
FSV04 36 stig
ÍF 34 stig
LÍF 28 stig
NSÍ 22 stig
TB 21 stig
HB 17 stig
SÍ 15 stig
KÍ 11 stig
B36 8 stig
HB og SÍ hava spælt 16 dystir.