Sp/f Borgnýardóttir

Sniðini hjá Borgnyardóttir Sp/f vóru í stóran mun stásklæði.

Sniðini vóru vøkur og elegant. Klæðini vóru sera føroysk í litavali og gjørd úr føroyskari ull. Her var talan um nógv vøkur sett, ið vístu at ull kann brúkast til annað enn yvirklæði. Nógv av settunum til konufólk vóru sera stílfull. Tað var tó alt annað enn stílfult, at síggja modellirnar ganga runt við stórum klædnamerkisseðlum á klæðunum.