Fyritøkan hevur hildið til í leigaðum hølum í Stoffalág 25 og er nú flutt í egin hølir í Stoffalág 44. Tað er Åge H. Jensen sum eigur og rekur fyritøkuna.
Síðan 1991 hevur hann selt ymisk reingerðingsevni líka frá vaskiklútum til stórar reingerðingsmaskinur. Tær kendu Taski-vaskimaskinurnar eru seldar í øllum støddum, bæði til bilverkstøð, goymslubygningar og ítróttarhallir. Til bilvinnuna og ídnaðin selur fyritøkan nógv ymisk reingerðingsevni, eisini til reingerð av lastvognum og bussum og til presendingar, chassisrammur og motorar.
Fyritøkan selur bæði til privatfólk og til ídnaðin, og vørur verða sendar um alt landið.