Sovnaði við róðrið

Eitt ferðsluóhapp var millum Fjarða í morgun. Sum ein maður kemur koyrandi suður gjøgnum dalin kemur hann yvir í mótsatta koyribreyt. Nógv ferðsla er norður eftir um morgunin, hetta var beint eftir klokkan sjey í morgun, men bilførarin, sum stóðr fyrstur fyri, megnaði júst at snara eitt sindur undan.

 

Eingin fólkaskaði hendi í óhappinum, men nakað av skaða kom á bilarnar báðar.

 

Tá løgreglan kom á staðið fekk hon illgruna um, at maðurin, sum kom yvir í skeiva breyt, allarhelst var sovnaður og at viðkomandi eisini hevði eina promillu. Hann varð tí handtikin og blóðroynd tikin av viðkomandi.