Sovandi maður fekk kúgv í høvdið og doyði

Joao Maria de Souza í landsynningspartinum av Brasil doyði av innvortis bløðingum, eftir at ein kúgv datt gjøgnum takið niður í songina, har hann og konan lógu.

Hildlið verður, at kúgvin var sloppin úr einum bóndagarði nærindis og var klivin upp á takið á húsunum, sum standa í brattlendi, skrivar Daily Mail. Bæði konan og kúgvin sluppu uttan mein.

45 ára gamli maðurin fór á sjúkrahús við brotnum beini. Hildið varð ikki, at hann hevði fingið annað mein, og hann tosaði sum vant.

Men nakrar tímar seinni doyði hann av innvortis bløðingum, áðrenn læknar høvdu kannað hann, sigur familjan.

Løgreglan roynir at finna tann, sum eigur kúnna. Eigarin verður ákærdur fyri óviljað manndráp.