Southgate fekk sína uppreisn

EM 2020: 25 ár eftir brenda brotssparkið fekk Gareth Southgate sína uppreins við Onglandi

Ongland er víðari til fjórðingsfinaluna við 2-0 sigri á Týsklandi. Raheem Sterling og Harry Kane skoraðu málini fyri Ongland.

 

Tað eru 25 ár síðani, at Gareth Southgate brendi avgerandi brotssparkið í brotssparkskappingini móti Týsklandi til EM-endaspælið í Onglandi í 1996. Nú stóð Gareth Southgate, sum enskur landsliðsvenjari, aftur yvirfyri Týsklandi og nú málmansvenjaranum, Andreas Köpke.

 

Tað hevur fylt nógv hjá miðlunum, men ensku spælararnir hava roynt bara at hugsa um hendan dystin. Tað skuldi vísa seg, at verða ein góð avgerð, tí við málum frá Raheem Sterling og Harry Kane í seinna hálvleiki vann Ongland 2-0.