South African JAzz Band í Tórskjallaranum

Vágsbotnur South African Jazz Band bleiv stovnaður til at spæla á Summartónum 2008, har eitt tema á festivalin var Suður Afrika. Bólkurin spælir tónleik eftir Suður Afrikanskum komponistum, so sum Abdullah Ibrahim, Miriam Makeba og Johnny Dyani, og tónleik, sum annars hevur Afrika og afrikanskan tónleik sum íblástri.

 

Konni Kass, saxofon

Leivur Thomsen, gittar

Kristian Blak, klaver

Bárður Reinert Poulsen, bass

Jan Rúni Poulsen, trummur

 

Bólkurin framførur í Tórskjallaranum komandi fríggjakvøld kl. 22.00