X Factor dómarin Carsten Soulshock Schack vendir nú nøsini heim aftur til USA Hann hevur í ársvís búð í Los Angeles. Men eftir luttøkuna í X Factor sendingunum í heimlandinum Danmark, sigur hann seg fara at sakna Danmark.
Hann vendir heim til sonin Nicolaj og konuna Maxee.
Hann fegnast annars um móttøkuna, ið hann hevur fingið í Danmark, nú hann vendi heim aftur eina stund, eftir 17 ár í útlegd.
Kendi framleiðarin hevur áður sagt, at um hinir báðir dómararnir í X Factor ikki halda fram, so tímur hann heldur ikki. Hini eru heldur ivasom, so henda dómara trio verður møguliga ikki at síggja aftur.