Sosialdemokratiski flokkurin í Svøríki hevur endurvunnið plássið sum landsins størsti politiski flokkur. Tað vísir ein kanning, sum blaðið Dagens Nyheter hevur gjørt.
Eftir kanningini høvdu sosialdemokratarnir fingið góð 33 prosent, um ríkisdagsval hevði verið nú, og Moderaterna hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra hevði fingið 28 prosent. Tað merkir, at sosialdemokratarnir hava fingið trý prosentstig afturat samanborið við seinastu kanning, og at Moderaterna hevur mist fýra prosentstig.
Samanumtikið gevur kanningin hjá Dagens Nyheter stjórnarflokkunum góð 41 prosent og sosialdemokratunum og teirra samstarvsfeløgum knappliga 48 prosent. Tann høgrasinnaði Svøríkisdemokratarnir fær góð 10 prosent.
Á myndini formaðurin hjá svensku sosialdemokratunum, Stefan Löfven.