Teldur gerast ein alsamt størri partur av gerandisdegnum og arbeiðslívinum hjá okkum øllum. Tað skal man eisini hava í huga, tá man velur sær eina útbúgving, tí næstu árini fara teldur at broyta arbeiðsmarknaðin. Tað sigur Martin Zachariasen, ið frá 1. januar verður stjóri á IT-universitetinum í Keypmannahavn.
- Sjálvandi kann man gera slíkar uppgávur sjálvur, men tá tú kemur út á arbeiðsmarknaðin, so er menningin tann, at tað sum teldur kunnu loysa, fara tær at loysa. Tað er tað einasta skynsama. Ongin fer framyvir at gera eitt starv, ið ein telda líka gott kann gera. Tað stutta av tí langa er, at tey størvini fara at hvørva. So um man fer undir lesnað nú, so er mítt ráð, at fyrst finna út av hvat ein telda kann og ikki, og síðan finna eina útbúgving, har teldur ikki kunnu yvirtaka, sigur Martin Zachariasen.
Sjálvur dylur hann ikki fyri at kalla hesa broyting fyri eina kollvelting og samanbera tað við eitt annað søguligt tíðarskeið hjá mannaættini.
- Vit tosa um eina kollvelting av arbeiðsmarknaðinum. Nakrar metingar siga, at helmingurin av teimum størvum, ið vit kenna í dag, verða burtur um 10 til 20 ár, tí teldurnar yvirtaka tey. Hetta kann samanberast við ídnaðarkollveltingina, tá maskinurnar yvirtóku manuella arbeiðið. Tá hvurvu nógv størv, og nú er tað sama í ferð við at henda innan tey mentalu størvini, sigur komandi stjórin í IT-universitetinum.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Martin Zachariasen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið.