Sosialurin útseldur – fáa fleiri bløð í morgin

Í blaðnum hesa ferð verðu ljós varpað á fólk, sum hava verið fyri kollvelandi og lívsbroytandi hendingum í lívinum

Tað vísir seg, at Sosialurin, sum er komin hetta vikuskiftið, er útseldur fleiri staðni, kanska serliga í Klaksvík og har um vegir. Men tey á Sosialinum siga, at tey fara at koyra fleiri bløði kioskir og blaðsølur í morgin – har tað er opið.

Men annars verður blaðið at fáa um alt landið leygardagin.

Hetta vikuskiftið kastar Sosialurin ljós á fólk, sum hava verið fyri kollveltandi og lívsbroytandi hendingum í lívinum, og í hesum sambandi hevur blaðið tosað við fleiri fólk kring landið.