- Nýggir og skjótir miðlar fáa alt størri týdning, og tí má avísin fáa eina aðra uppgávu í einum broyttum miðlaheimi, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum Frá 1. apríl fer Sosialurin at hava tríggjar útgávudagar um vikuna - mánadag, mikudag og fríggjadag.
- Vit mugu fyrihalda okkum til tær stóru broytingarnar, sum hava verið innan miðlaheimin seinastu árini. Nýggir og skjótir miðlar fáa alt størri týdning fyri tíðindaflutningin, og tí má avísin fáa eina aðra uppgávu í einum broyttum miðlaheimi, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.
Fyri 20 árum síðani fór Sosialurin undir at geva blaðið út fimm ferðir um vikuna, men nú er tíðin komin at minka útgávudagarnar niður í tríggjar dagar um vikuna.
- Vit kunnu ikki lata eygu og oyru aftur og gera tað, sum vit altíð hava gjørt. Vit mugu hava dirvið til at broyta okkum, tá ið tíðin krevur tað. Sosialurin hevur gjøgnum árini víst vilja til at ganga undan og taka nýggjar avbjóðingar á seg, og tað gera vit eisini í hesum føri, sigur Eirikur Lindenskov.
6. apríl kemur kemur Sosialurin út við nýggjum sniði og broyttum innihaldi. Broytingarnar á Sosialinum hava við sær, at tvey starvsfólk eru farin úr starvi í dag. 35 fólk starvast í Miðlahúsinum eftir broytingarnar. Umframt Sosialin varðar Miðlahúsið eisini av tíðindunum á Portalinum og á Rás2.