Sosialurin kemur í hvørt hús í morgin

Av tí at grundlógardagur er í dag, so er eingin útbering hjá Posta.

Seinastu árini hevur Posta ikki borið post út, tá hálvir frídagar eru. Tað órógvar sum vera man blaðútgávuna, tí tá liggja bløðini og bíða.
Soleiðis er statt við mikudagsblaðnum hjá Sosialinum í dag, sum tí verður borin í hvørt hús í landinum í morgin í staðin.
Í Sosialinum ber til at lesa um, at Sea Shepherd aftur í summar fer at senda fólk til Føroyar at mótmæla grindadrápi.
Nógv tilfar er eisini í blaðnum um fótbóltslandsdystirnar um vikuskiftið. Vit leita aftur til seinast Spania var í Føroyum – og tosa við ein av málskjúttunum, Jens Kristian Hansen. Vit tosa eisini við einasta spaniólan í Føroyskum fótbólti og hava upptakt til landsdystirnar.