Sosialurin: Hesi londini stroyma føroyska tónleikin

Tað er merkisvert, at størsta inntøkan hjá Tutl kemur frá USA

Meginparturin av inntøkuni frá søluni hjá Tutl kemur í dag frá talgilda tónleikamarknaðinum. Serliga er tað frá svensku stroymingstænastuni, Spotify, har næstan helvtin av inntøkuni kemur frá. 

 

Vikuskiftis-Sosialurin hevur fingið innlit í hagtølini, og størsti marknaðurin hjá Tutl er USA. Heili 200.005 stroymingar komu frá USA seinastu 30 dagarnar, har sølan var áljóðandi 291 løg og 120 fløgur. Hetta er tilsamans 29,42% av søluni hjá TUTL seinastu 30 dagarnar. Hóast Danmark og Føroyar stroyma nakað meira, so keypa amerikanarar nógv fleiri fløgur og løg.

 

 

Hesi londini stroyma mest (17. sep - 17. okt):

 

Danmark/Føroyar: 279.602 stroymingar

USA: 200.005 stroymingar

Týskland: 86.724 stroymingar

Svøríki: 51.828 stroymingar

Norra: 44.071 stroymingar

Pólland: 43.886 stroymingar

 

 

Í Vikuskiftis-Sosialinum kanst tú lesa nógv meira um talgildu menningina í tónleikavinnuni, har fleiri hagtøl eru og prát við Tutl og onnur í føroyska tónleikaheiminum.