Sosialurin fremstur og Vinnuvitan aftast

Ársoknskapirnir hjá bløðunum eru nú almennir. Tann besti er 5,8 mió. kr. betri enn tann ringasti

Árið í fjør royndist misjavnt hjá føroysku bløðunum. Eins og í 2005 og 2006, so liggur Sosialurin klárt fremstur við besta úrslitinum.

Dimmalætting hevur ligið í tungum sjógvi seinastu árini – og árið í fjør tykist ikki at hava rættað skútuna.

Vinnuvitan greinaði í síðstu viku roknskapirnar hjá bløðunum, og kom fram, at Vinnuvitan liggur aftast við einum  negativum úrsliti upp á 1,7 illiónir krónur. Eginpeningurin hjá Vinnuvitan er eisini negativur við eini slakari millión.

Dimmalætting eigur nú bæði Vinnuvitan og Vikublaðið, men tann handilin gjørdur í ár og verður tí ikki at síggja í roknskapinum fyrr enn næsta ár.

Virksemið hjá Sosialinum hevur ligið í tveimum feløgum, Sp/F Sosialinum og Sp/F Húsinum. Hesir roknskapir mugu tí leggjast saman fyri at kunna samanbera við hini bløðini. Feløgini eru nú løgd saman í eitt felag, tískil verður ein roknskapur frá Sosialinum næstu ferð.

Sambært sjónvarpinum hjá Kringvarpinum hevur Dimmalætting-samtakið sagt út við 20 fólkum úr leysum og føstum størvum seinastu vikurnar. Við sjónvarpið sigur Árni Gregersen, stjóri á Dimmalætting, at sølan seinasta summar miseydnaðist, og at fíggjarkreppan á heimsmarknaðinum eisini hevur ávirkað Dimmalætting.

Umframt Sosialin, so hava Oyggjatíðindi eitt positivt úrslit upp á 244.000 krónur og Vikublaðið upp á 51.000 krónur



Sosialurin

Bruttovinningur: 16 mió. kr.

Starvsfólkakostnaður: 13 mió. kr.

Eginpeningur: 8,3 mió. kr.

Úrslit áðrenn skatt: 4,1 mió. kr.


Dimmalætting

Bruttovinningur: 10,3 mió. kr.

Starvsfólkakostnaður: 13,5 mió. kr.

Eginpeningur: 28,2 mió. kr.

Úrslit áðrenn skatt: -559.000 kr


Norðlýsið (ikki upplýst enn)

Bruttovinningur: 780.000 kr. (í 2006)

Starvsfólkakostnaður: 599.000 kr. (í 2006)

Eginpeningur: 401.000 kr. (í 2006)

Úrslit áðrenn skatt: 20.000 kr. (í 2006)


Oyggjatíðindi

Bruttovinningur: 685.000 kr.

Starvsfólkakostnaður: 140.000 kr.

Eginpeningur: 400.000 kr.

Úrslit áðrenn skatt: 244.000 kr


Vinnuvitan

Bruttovinningur: 5,4 mió. kr.

Starvsfólkakostnaður: 6 mió. kr.

Eginpeningur: -865.000 kr.

Úrslit áðrenn skatt: - 1,7 mió. kr.


Vikublaðið

Bruttovinningur: 5,3 mió. kr.

Starvsfólkakostnaður: 5 mió. kr.

Eginpeningur: 1 mió. kr.

Úrslit áðrenn skatt: 51.000 kr.