Sosialurin fær ongan stuðul

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri ger viðmerkingar til greinina hjá Jákupi Magnussen

Í sera áhugaverdu og viðkomandi greinini omanfyri sigur Jákup Magnussen, at »Sosialurin fær stuðul frá Javnaðarflokkinum, sum blaðið sigur seg nýta til prentsmiðjuna.«

Hetta er ikki beint. Sosialurin fær ongan stuðul og hevur ikki fingið tað tey seinastu árini. Blaðið verður rikið sum rein forrætning og hevur bert tær inntøkur, sum vit hava av at selja bløð - frá haldarum, leysasølukeyparum og lýsarum. Á Sosialinum starvast um 25 fólk.


Eirikur Lindenskov, blaðstjóri