- Tað kann vera ein setningur sum: ”At har vóru a lot of celebrities”. Um tú hevði hatta kotuskiftið millum føroyskt og danskt, so hevði tú verið til tað turra grin. Men tað enska tykist at hava fingið ein hægri standard millum ung. Og um tað er so, at tað fremmanda málið fær ein hægri standard, og fólk siga, at tey vilja ikki tosa føroyskt tí tað er kavrotið, so gongur tað móti einum málskifti.
Tað sigur Hjalmar P. Petersen, sum 1. februar tekur verður tilnevndur professari í málvísindum á Fróðskaparsetrinum, um vandan fyri, at vit í Føroyum fáa eitt málskifti har enskt trokar føroyskt burtur.
Til ber at lesa alla samrøðuna við Hjalmar P. Petersen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.