Sosialurin: - Eg livi í ótta fyri framtíðini

Lívið er ótrúliga hart, sigur Annika Silvurdal, mamma at dreingi við ADHD og menningartarni.

Brot úr Vikuskiftis Sosialinum í dag. Hendan samrøðan er partur av tema við heitinum Tá skipanin svíku, 2. partur. Les alla søguna hjá Anniku Silvurdal og aðrar við í blaðnum, sum er til keyps í handlunum nú. 

 

 

Les eisini: Sosialurin: Fingu ikki fosturtøku men tóm lyfti um hjálp

 

 

- Hvørjaferð eitt dult nummar ringir spyrji eg meg sjálva, um tað nú er Almannaverkið, sum fer at koma við gleðiboðum, ella um tað er løgreglan, sum fer at koma við tí øvugta. Eg stúri fyri framtíðini hjá dreingi mínum og hjá familjuni, tí eg síggi onga veruligan glotta fyri framman, sigur 52 ára gamla Annika Silvurdal, mamma at 19 ára gamla Stefan. 

 

 

- Seinastu tvey árini hevur hann ligið á sofuni. Nú er hann sjálvur vorðin so troyttur av tí heila, at hann hevur biðið sær pláss á Skúlanum við Áir. Tað slapp hann til alla lukku, sigur Annika Silvurdal, tá ið hon og 54 ára gamli maðurin Rasmus Petur Tróndheim skulu greiða frá familjuumstøðu teirra. 

 

 

Tí vist er, at tey bæði hava verið ígjøgnum nógv seinastu árini. 19 ára gamli Stefan hevur havt trupulleikar at stríðast við, síðani hann varð ættleiddur til Føroya sum 21 mánaðir gamal. 

 


- Dagin eftir, at hann kom heim sá eg, at alt ikki var, sum tað átti, sigur Annika Silvurdal. Tað var tó ikki fyrr enn drongurin gjørdist 15 ára gamal, at ein diagnosa varð sett. Tá vísti tað seg, at allir trupulleikarnir í veruleikanum skyldaðust, at hann hevur atferðartrupulleikar, ADHD og lættari menningartarn.