Jean-Pierre Raffarin situr neyvan í franska forsætisráðharrasessinum nógvar dagar afturat, og hann verður neyvan tann einasti ráðharrin, sum noyðist at fara úr stjórnini.
Orsøkin er tann dyggi smeiturin, sum stjórnarflokkarnir UMP og UDF fingu á landspartavalinum sunnudagin. Gjáramorgunin vístu tølini, at flokkarnir høvdu fingið 37 prosent av atkvøðunum, meðan sosialistarnir høvdu fingið 50 prosent. Undan valinum høvdu teir konservativu meirilutan í 14 av teimum 22 landspørtunum. Nú hava teir bara meiriluta í tveimum landspørtum.
Tann stóra framgongdin hjá vinstravonginum leggur stórt trýst á Jacques Chirac, forseta, og hildið verður fyri vist, at hann fer at umskipa stjórnina. Politiska skipanin í Fraklandi er soleiðis háttað, at forsetin tilnevnir ein forsætisráðharra at útinna politikk forsetans, og Jean-Pierre Raffarin kann ikki kenna seg tryggan í stóli sínum, skriva tíðindastovurnar.
Raffarin er vorðin ill umtóktur orsakað av fleiri nýskipanum í almennu umsitingini og ymsum tiltøkum, sum hava havt til endamáls at liberalisera arbeiðsmarknaðin.
Landspartavalið gjørdist ikki tann stóri sigurin hjá tí sera høgrasinnaða Jean-Marie le Pen, sum kanningar undan valinum høvdu víst. Flokkur hansara. Front National, fekk 12,5 prosent av atkvøðunum. á Valinum í 1998 fekk hann 15 prosent.