Sosialir miðlar skulu standa til svars

ES krevur at Facebook, Youtube, Twitter og onnur strika víðgongt tilfar alt fyri eitt

Um ein yvirgangsmaður leggur eina víðgongda mynd, boðskap ella annað út á Facebook, so skal sosiali miðilin strika dagføringina áðrenn ein tími er farin. Tað er ætlanin hjá ES, ið ynskir at sosialir miðlar sum Facebook, Twitter, Youtube og onnur taka ábyrgd fyri tilfarinum, ið verður lagt út á teirra síður. Tað skrivar BBC.


Nýggja lógin er eitt úrslit av fleiri yvirgangsálopum í evropeiskum londum síðstu árini. Julian King, ES-ráðharri fyri trygd, sigur við blaðið the Financial Times, at lógin er neyðug.


- Vit hava ikki ráð at taka okkum av løttum ella verða sjálvnøgd, tá vit standa yvirfyri einum slíkum myrkum og oyðileggjandi fyribrigdi, sigur Julian King við Financial Times.


BBC skrivar, at ein kanningin hjá Counter Extremism Project staðfesti fyrr í ár, at millum mars og juni vórðu 1.348 video við tilknýti til islamska yvirgangsfelagsskapin Islamski Staturin løgd út á Youtube. Kanningin staðfesti eisini, at 163.000 brúkarar sóu videoini og at 24 prosent av teimum blivu strikað áðrenn tveir tímar vóru farnir.


Fyrr í ár kunngjørdi ES eisini eina frágreiðing, ið staðfesti, at tilfar frá yvirgangsfólkum ger mest skaða teir fyrstu tímarnar eftir, at tað er lagt út. Í frágreiðingini bleiv dentur eisini lagdur á, at neyðugt er at seta átøk í verk fyri at steðga útbreiðsluna av víðgongdum tilfari.


Sambært BBC, so verður síðsta hond lagd á lógina nú og verður hon løgd fyri limalondini at taka støðu til í næsta mánað. Fyri at hon skal fáa gildi mugu ES-tingið og meirilutin av ES-londunum taka undir við henni.